07 Vestur blaðið: Jon S. Hansen, søgufrøðingur
Palli Reyndal greiðir frá, at boxing var ein heilt vanligur ítróttur í Vágum undir krígnum. Hann fortelur víðari, at teir vóru nakrir ungir sørvágsdreingir, sum plagdu at boksa undir krígnum, men tað bleiv ongantíð til tað heilt stóra, og teir lutóku ikki í nøkrum kappingum. Men ørvísi
var við miðvágsdreingjum, greiðir Palli Reyndal frá, teir plagdu at boksa uppi
á Mýrum. Hesir dreingir vóru trenaðir til at boksa og lutóku í kappingum, uppi á Mýrum í Sørvági, har teir boksaðu hvør móti øðrum.
Boksikappingarnar fóru fram í Picture- barakkini, sum var tann stóra barakkin uppi á Mýrum, har teir plagdu at hava biograf. Eingilsmenninir boksaðu mest sínamillum. Palli minnist serliga ein íra, sum nevndist Paddy. Hesin plagdi at ganga inn til teirra at vitja. Hann vær ein sera góður boksari. Verri var tað
við einum skota, ið nevndist Bob, sum búði inni hjá teimum. Hann bleiv altíð niðursligin. Hettar komst millum ann- að av tí, at hann hoppaði altíð so høgt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald