Ítróttur

Ítróttarfelagið Frælsi: Føroya vakrasta hálvmaraton í morgin

Vit gleða okkum at bjóða tykkum til Føroya vakrasta hálvmaraton í morgin, leygardagin 2. september. Tað er tá vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágs kirkju og í gjøgnum allar vøkru bygdirnar í Vágum.

2023-09-01 18:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur tá Føroya vakrasta hálvmaraton verður sett í gongd. Rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er tónleikur, ymsastaðni eru playlistar og við skúlan í Sørvági spælir Sørvágs tónleikarafelag, Jóan Jakku og Sámal fara at syngja uttanfyri Magn frá kl. 12 til 14 og uttanfyri Betri fer Signar í Homrum at hava konsert kl. 12.30. Tá komið er á mál syrgja tveir plátuvendarar fyri undirhaldinum. Sørvágs – og Vága kommunur, og Magn og Betri stuðla við tónleikinum. Hetta gevur eisini bygdafólki í Vágum møguleika fyri at fara út ein túr, njóta góða veðrið og løtuna, og stuðla teimum sum renna og ganga langa teinin úr Gásadali til Sandavágs.

Tiltakið í ár er útselt tá 800 luttakarar fara at ganga ella renna til #FVHM í ár. Luttakarafjøldin er fjølbroytt heilt frá ídnastu rennaranum Føroyar hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum; fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis. Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári. Á málinum samlast nógvir áskoðarar at taka ímóti, og har verður, eins og undanfarin ár, Myndaboksin at avmynda løtuna.

Aftaná bjóðar Frælsi ein miðmála á Giljanesi við laksi frá Hiddenfjord.

Í samband við tiltakið, er Gásadalstunnilin stongdur frá kl. 9.45 til 11.30, og Vatnavegurin, frá omankoyringini til flogvøllin og til rundkoyringina við FK, verður stongdur frá kl. 11.30 til 13.00. Frá kl. 13.00 til 14.00 letur ein koyribreyt upp, har koyrt verður í konvoy sum Vága Bjargingarfelag skipar.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum, sum øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið umframt, at kommunurnar í Vágum stuðla við at seta fløgg upp, skelta og mangt annað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder