Kom við, tá ið Lene Terp (venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum), Annika Helgadóttir Davidsen, (sálarfrøðingur), Mark Lausen-Marcher, (ítróttastjóri), Heri Ziska, (venjari), Gudmundur Joensen, (fyrrv. leiðari av Ítróttarháskúlanum), og Øssur D. Eiriksfoss (fyrrverandi úrvalsíðkari) eru gestarøðarar á tiltøkum kring landið, har ÍSF leggur fram innihaldið í nýggju ætlanini fyri føroyskan ítrótt næstu fýra árini.
Tað er í døgunum 8. - 17. november at Ítróttasamband Føroya ferðast kring landið. Tiltøkini eru ætlað nevndarlimum, foreldrum, venjarum, sjálvbodnum, umboðum fyri kommunurnar og annars øllum, sum eru virkin og áhugað í ítróttarfelagsskapum kring landið.
Evnini á skrá eru:
– Hvussu kunnu vit í felag tryggja góða felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit halda sjálvbodnum til felagsskapin?
– Hvussu kunnu vit skapa eitt mennandi venjingarumhvørvi fyri øll – bæði breidd og framtíðar úrvalsíðkarar?
Umframt starvsnevndina og umboð frá umsitingini hjá ÍSF verða skiftandi gestarøðarar til hvørt evniskvøld:
Tíð, stað og gestarøðari:
Øll tiltøkini eru frá kl. 19.00 til kl. 21.00:
- 8. november: Eysturoy (Løkshøll): Mark Lausen-Marcher
- 9. november: Klaksvík (Skúlin á Skúlatrøð): Annika Helgadóttir Davidsen
- 10. november: Norðurstreymoy (Skúlin við Streymin): Heri Ziska
- 14. november: Vágar (Skúlin á Giljanesi): Lene Terp
- 15. november: Sandoy (Stað kemur): Guðmundur Joensen
- 16. november: Suðurstreymoy (Aulan í Finsen): Lene Terp
- 17. november: Suðuroy (Skúlin í Trongisvági): Øssur D. Eiriksfoss
Um gestarøðararnar:
- LENE TERP, kvinnulandsliðsvenjari og mennari hjá FSF: “Venjaraleikluturin skal raðfestast, um vit vilja tryggja eitt mennandi venjingarumhvørvi - bæði fyri breidd og úrval”.
- MARK LAUSEN-MARCHER, ítróttastjóri HSF: "Góða venjingarumhvørvið og týdningurin av at venja fleiri ítróttagreinar"
- ANNIKA HELGADÓTTIR DAVIDSEN, sálarfrøðingur: “Ung, trýst og úrslit, soleiðis sum børn og ung uppliva tað”.
- HERI ZISKA, venjari og granskari: “Nær skal eg velja? – hvat sigur nýggjasta granskingin um týdningin av at venja fleiri ítróttagreinar?”.
- GUÐMUNDUR JOENSEN, fyrrv. leiðari á Ítróttaháskúlan í Suðuroy: “Um børn og rørslugleði”
- ØSSUR DEBES EIRIKSFOSS, fyrrv. úrvalsíðkari og bachlor í ítrótti “Sjónarhornið hjá einum íðkara”
Les meir um strategisku ætlanina: "Í felag fram ímóti felags málum" her.
Tiltøkini eru almenn, og tað hevði glett okkum, um tit vilja varpa ljós á hesi tiltøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald