2025-07-09 15:30

Vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankunum var 9,9% í mai 2025, mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Tað er millum annað innlánsvøksturin hjá vinnuni (11,2%) og húsarhaldunum (6,9%), sum togar samlaða innlánsvøksturin upp.
Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 2,5 mia. kr. í mai 2025, sí mynd 1. Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) í føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu.
Mynd 1 Innlánsyvirskot
Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald