Innflutningurin til og við oktober er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 10,5 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 39% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 25%. Innflutningurin í 2021 var 9,3 milliardir krónur, og tað var metár. Sostatt er innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar av 2022 13% hægri enn alt árið 2021.
Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Vit hava innflutt brennievni fyri 2,1 milliard krónur ella 85,3% meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Um sæð verður burtur frá brennievni, stavar vøksturin í innflutningsvirðinum ikki frá innflutningi til beinleiðis nýtslu, men frá innflutningi av tilfari og øðrum til vinnulívið. Vøksturin til beinleiðis nýtslu liggur um 1%, meðan vøksturin í tilfari til vinnulívið liggur millum 20 og 30 prosent fyrstu 10 mánaðirnir.
Vøruinnflutningur skiftur á høvuðsnýtslubólkar
Januar – oktober 2021/2022
| januar – oktober | munur | |||
|---|---|---|---|---|
| 2021 | 2022 | mió. kr. | % | |
| Tilsamans | 7.669,7 | 10.519,3 | 2.849,6 | 37,2 |
| Tilsamans uttan skip og flogfør | 7.458,1 | 9.317,8 | 1.859,8 | 24,9 |
| Til hav- og landbúnað | 528,0 | 684,4 | 156,4 | 29,6 |
| Rávøra til fiskavirking | 510,9 | 616,8 | 105,9 | 20,7 |
| Til byggivirki | 693,8 | 866,3 | 172,5 | 24,9 |
| Til aðra framleiðslu | 1.680,5 | 2.079,7 | 399,2 | 23,8 |
| Maskinur o.o. útgerð | 851,0 | 891,9 | 40,9 | 4,8 |
| Brennievni o.t. | 1.107,0 | 2.051,4 | 944,4 | 85,3 |
| Bilar o.o. flutningsfør | 453,4 | 470,1 | 16,7 | 3,7 |
| Til beinleiðis nýtslu | 1.633,4 | 1.657,2 | 23,8 | 1,5 |
| Skip, flogfør o.t. | 211,6 | 1.201,5 | 989,9 | 467,7 |
Í oktober 2022 varð innflutt fyri 349 túsund krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar og rávøra til fiskavirking.