Politikkur

Ingi stillar upp fyri Borgaralistan

.

2024-10-24 09:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Ingi stillar upp fyri Borgaralistan.

Eg eri 35 ára gamal, giftur við Durita Sjúrðardóttir Wiberg og hava vit eina 3 ára gamla dóttir.

Seinastu 7 árini havi eg arbeitt sum lærari á skúlanum á Giljanesi og havi eg harumframt eina útbúgving í sosialvísind og samfelagsplanlegging.

Seinastu 6 árini havi eg verið formaður í Sandavágs Talvfelag og siti í nevndini í Talvsambandi Føroya, 3 ár sum kassameistari og seinastu 3 árini sum forseti.

Frítíðarfelagsskapir eru ein stórur partur av mínum lívi, tað verið ítróttarfeløg og samkomuhús. Eg havi verið virkin ítróttarmaður alt mítt lív og seinni venjari. Fyri meg er ítrótturin ein møguleiki at menna seg og ein sunnur felagsskapur, ið øll eiga ein rætt at gerast partur av.

Ein lýsing av mær er, at eg eri ábyrgdarfullur, erligur, semjusøkjandi og framskygdur. Hetta sæst aftur í øllum, ið eg fáist við. Tey mál, ið eg seti mær verða rokkin.

Ein mynd, ið hekk inni hjá abba mínum hevði hesi orð á: “Tí urtin trívist best, har rótin rann, og gamal har, sum móðir aldi hann” Hesi orð eru fyri meg sera sigandi fyri eina kommunu.

Vit eiga at tryggja okkum, at okkara børn og ungu hava best møguligar umstøður at mennast og trívast, so at tey ynskja at venda heim aftur, tá tey hava uppliva heimin. Eg vil tí arbeiða fyri, at okkara dagstovnar hava so góðar karmar og umstøður sum gjørligt, og at stovnarnir framhaldandi kunnu mennast og betra um dygdina í tænastuni.

Ferðslan ígjøgnum Vága kommunu er støðugt vaksandi og er hetta vorðið ein avbjóðing fyri trygdina hjá teimum, ið ferðast framvið vegnum. Ein loysn má finnast uppá hendan trupulleikan, so at trygdin hjá fólki til gongu og súkklum er í lagi.

Ein atkvøða fyri mær er ein íløga í framtíðina.

Saman eru vit sterkari.

X við Borgaralistan

X við Jon Ingi Wiberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder