Vinna

Inflasjónshjálp við skili

Javnaðarflokkurin skal sjálvandi hjálpa teimum, ið eru hart rakt av skjótt vaksandi inflasjónini, tað eru serliga einligir forsyrgjarar, barnafamiljur og onnur við tungum forsyrgjararbyrðum.

2022-12-01 16:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men hetta skal gerast við skili.

Miðbankarnir royna at basa inflasjónini við at hækka rentuna, og miðbankarnir gevast ikki fyrr enn teir hava nátt sínum máli. Tí gevur tað onga meining hjá Løgtinginum at berjast ímóti og hækka almennu útreiðslurnar yvir ein breiðan kamb og uttan at hetta verður fíggjað.

Inflasjónshjálpin skal tí málrættast teimum, ið hava tungar forsyrgjarabyrðar í gerandisdegnum, og tí eru hart rakt av inflasjónsvøkstrinum.

Inflasjónshjálpin skal sjálvandi fíggjast, tí annars leggur hon enn størri trýst á inflasjónina.

Inflasjónshjálpin skal fíggjast við annaðhvørt fleiri inntøkum ella við umraðfestingum á løgtingsfíggjarlógini.

Útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini er næstan 7 mia. kr., so tað má sjálvandi bera til at gera umraðfestingar á fíggjarlógini, soleiðis at ein størri partur av køkuni fer til tey við teimum lægri inntøkunum og størstu forsyrgjarabyrðunum.

Bergur Robert Dam Jensen

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder