Vinna

Yvirskotið á gjaldsjavnanum 1,5 mia. kr. í miðal frá 2018 til 2022

Gjaldsjavnin vísir allar gjaldingar millum Føroyar og útlond. Føroyar hava havt varandi avlop á gjaldstjavnanum síðani 2012, og miðal avlopið frá 2018 til 2022 var 1,5 mia. kr.

2024-05-28 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

LANDSBANKIN:

Gjaldsjavnin vísir allar gjaldingar millum Føroyar og útlond. Umframt gjaldingar fyri vørur (handilsjavnin) eru gjaldingar fyri tænastur (tænastujavnin) eisini partur av gjaldsjavnanum. Harafturat koma lønargjaldingar til føroyingar sum arbeiða í útlondum og lønargjaldingar úr Føroyum til útlendingar, sum arbeiða í Føroyum. Eisini eru gjaldingar fyri avkast av føroyskum íløgum í útlondum, og somuleiðis av útlendskum íløgum í Føroyum, umframt rakstrarflytingar, sum ikki eru lønir ella avkast av ognum, men til dømis ríkisveitingin úr Danmark, sí talvu 1.

Flestu postarnir á gjaldsjavnanum hava vanliga eina javna gongd, har broytingarnar ikki eru so stórar frá ári til ár. Broytingarnar á handilsjavnanum kunnu tó vera rættiliga stórar frá ári til ár.

Seinastu árini hava Føroyar havt avlop av vøruhandlinum meðan tað hevur verið hall á tænastuhandlinum. Samstundis hevur tað verið yvirskot á inntøkuflytingunum (tí so nógvir føroyingar arbeiða uttanlands) og yvirskot á rakstrarflytingunum (orsakað av ríkisstuðlinum úr Danmark), og tí hava Føroyar havt eitt samlað avlop á gjaldsjavnanum seinastu nógvu árini.

Tvær orsøkir eru til, at Føroyar hava havt varandi avlop á gjaldsjavnanum (í miðal 1,5 mia. kr. frá 2018 til 2022). Tann fyrra er, at eftirlønaruppsparingin er økt nógv tey seinastu árini. Í 2013 vóru árligu inngjøldini til eftirløn góðar 600 mió. kr. Í 2023 vóru tey nærum 1,4 mia. kr. Eftirlønaruppsparingin fer í stóran mun í fíggjarstovnar, ið síðani seta hana í virðisbrøv, sum í stóran mun eru útlendsk. Fyri 2024 krevur eftirlønarlógin, at í minsta lagi 10% av inntøkuni hjá føroyingum verða goldin inn til eftirløn. Í 2026 verður kravt, at føroyingar í minsta lagi gjalda 12% av inntøkuni til eftirløn. Roknast má tí við, at inngjøldini til eftirlønaruppsparingar verða støðugt vaksandi komandi 3 árini

Hin orsøkin til stóru avlopini á gjaldsjavnanum er, at fleiri stórar føroyskar fyritøkur hava havt stór yvirskot seinnu árini. Í tann mun, at hesi yvirskot ikki verða brúkt til íløgur; men verða settar í virðisbrævaíløgur ella til bankainnlán, har bankin setir eykagjaldførið í virðisbrøv, so verður hetta til eina veksandi nettoogn mótvegis útlandinum.

Talva 1

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder