Virkin oktober tekur støði í boðskapunum í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eru: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Átakið koyrir eftir sama leisti sum áður við einum álmanakka til børn, einum til ung og einum til vaksin. Í ár er harumframt eisini ein tómur álmanakki, sum kann brúkast til antin at leggja ætlanir fyri ABC virksemi eftir egnum áhugamálum og lívsstøðu ella til at hugleiða og eftirmeta, hvussu tit sum bólkur t.d. á einum stovni ella skúla hava verið virkin eftir ABC-leisti. Virkin oktober koyrir eisini á Facebook- og Instagram-vangunum “ABC fyri sálarliga heilsu”.
Ver virkin á ymsan hátt
Gransking vísir, at tess fleiri mátar vit eru virkin, tvs. sálarliga, sosialt, kropsliga og andaliga, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna. At vera virkin snýr seg tískil ikki bara um at røra seg, men eisini um at fáast við virksemi, ið gevur meining fyri og gleðir einstaklingin. Eggjað verður til at fáast við virksemi bæði einsamøll og saman við øðrum. Álmanakkarnir kunnu geva íblástur og gera okkum tilvitað um at raðfesta nakrar smáar løtur í gerandisdegnum, sum gera teg glaða/n. Í summum førum kann tað snúgva seg um at binda frið úti í náttúruni, og í øðrum førum um at fara til eitt tiltak saman við vinfólki, at spæla eitt borðspæl saman við familjuni ella gleða onnur uppá ymiskar mátar.
Afturboðanir frá avvarðandi at fólki við sálarligum avbjóðingum og frá fólki við góðari sálarheilsu hava verið, at álmanakkarnir eru eitt gott amboð til at gerast meira virkin og fáa íblástur til virksemi, ið skapar innihald og gleði í gerandisdegnum.
Álmanakkarnir
Við átakinum eggjar Heilsustýrið sostatt einstaklingum, skúlum, feløgum, arbeiðsplássum og stovnum at styrkja um trivnaðin og sálarligu heilsuna við at gera ymiskt virksemi í felag, t.d. í fríkorterinum, kaffisteðginum ella heima við hús.
Álmanakkarnir eru tøkir á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum her. Til ber eisini at fáa SoMe-uppsløgini til kunningarskíggjar á eitt nú skúlum og arbeiðsplássum við at venda sær til Heilsustýrið.
Góðan virknan oktober!
Heilsustýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald