Mentan

Virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 vórðu handaðar í gjár

.

2024-11-01 12:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Seinnapartin í gjár vórðu virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 handaðar í Múllers Pakkhúsi.
Virðislønir M. A. Jacobsens vóru latnar hesum:
* Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 varð latin Andrasi Mortensen fyri bókina Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld.
* Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 varð latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt Orkidé.
* Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2024 varð latin Dagmar Joensen-Næs.
*
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 varð latin Elini Michelsen fyri tríverkið Rimarúmið, Vanvarði og Feigdarfræ.
Grundgevingarnar hjá nevndunum vóru hesar:
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2024 verður latin Andrasi Mortensen fyri bókina Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld.
Í bókini hevur Andras skrivað av og hegnisliga týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, ið er varðveitt í Føroyum. Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar. Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar og nakrir kapitlar, har Andras greiðir frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs. Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2024 verður latin Vónbjørt Vang fyri bókina Svørt orkidé.
Í bókini Svørt orkidé lýsir Vónbjørt eitt gamalt evni, sambandið millum mammu og barn, á nýggjan hátt. Ein mamma leitar eftir røttu orðunum um sína sorg og sínar royndir at røkka einum soni, sum sálarliga hevur tað trupult. Bókin er eitt savn av yrkingum, stuttum prosatekstum, sitatum og myndum. Myndirnar eru kollasjur, og fleiri av teimum eru klipp og kut úr bókum, sum eru sett saman av nýggjum, eins og fleiri tekstabrot í savninum eru tikin úr øðrum samanhangum og sett saman av nýggjum. Tey mongu sitatini og tær mongu tilvísingarnar til aðrar tekstir og myndir gera, at tann persónliga søgan í savninum fær fleiri røddir. Mamman fjalir seg aftan fyri orð hjá øðrum og roynir at finna ein máta at geva sínum egnu upplivingum orð.
Svørt orkidé er bæði um vakurleikan í myrkrinum og um vónloysið í royndunum at seta orð á kenslur, sum eingi orð eru fyri. Millum myndirnar eru brot úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen. Jarðfrøðin er eitt festi og ein áminning um jørðina, landslagið, grótið og fjøllini, sum mamman og sonurin eru runnin av. Við Svørt orkidé fylgir ein loggbók, sum víðkar um evnið og spurningarnar í savninum, men sum verk er Svørt orkidé ein sjálvstøðug eind. Innihaldsliga er savnið sannførandi, og formliga er tað serstakt og fyrimyndarliga væl frágingið.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarligt avrik 2024 verður latin Dagmar Joensen-Næs.
Dagmar Joensen-Næs hevur síðani seinast í 1980-árunum framleitt slóðbrótandi og markbrótandi heimildarfilm, serliga til sjónvarp. Dagmar Joensen-Næs hevur givið okkum nógvar journalistiskar heimildarfilmar úr føroyskum jørðildi, sum viðgera sárar, tabuiseraðar, inniligar, áhugaverdar, ræðandi eksistentiellar og samfelagsligar spurningar. Okkum dámar best at fata samfelagið sum rúmligt, inkluderandi og rættvíst, men heimildarfilmarnir hjá Dagmar vísa ofta eina heilt aðra ekskluderandi søgu. Gjøgnum sjóneyku hennara brenna heimildarfilmarnir seg rimmarfastar í tilvitsku okkara.
Dagmar Joensen-Næs setir neyðugu spurningarnar, varpar ongantíð ljós á seg sjálva sum journalist og gevur okkum ikki einføld svar. Hon hevur nortið við viðkvæmar tilveruspurningar, langt áðrenn hesir fingu rúmd á politiska vígvøllinum. Til dømis spurningar um kynsligan samleika, sálarkvøl, fátækradømi, svik og misnýtslu. Sum tøkk fyri drúgva tænastu og við vón um fleiri týdningarmiklar heimildarfilmar fær Dagmar Joensen-Næs M.A. Jacobsens heiðursløn fyri mentanarligt avrik 2024.
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2024 verður latin Elini Michelsen fyri tríverkið Rimarúmið, Vanvarði og Feigdarfræ
Langt er ímillum føroysku útgávurnar av fantasisøgum. Fantasisøgur í tí vavi, sum Elin Michelsen megnar í tríverkinum um Tóru, hava vit ikki sæð á føroyskum áður. Umhvørvið er heimligt: Søgurnar hava rótfesti í okkara sagnum um huldufólk og íbygdar steinar. Huldufólkini, sum búleikaðust í Føroyum, til elektrisitetið so smátt tók lívið av teimum, hava fingið uppreisn. Vit høvdu næstan gloymt tey, men nú eru tey komin aftur, spilllivandi í søguni um Tóru. Elin lýsir Tóru og hennara umhvørvi við føroyskum fyribrigdum. Hvør føroyingur hevur ikki droymt um at fáa tamarhald á veðri og vindi eins og tey, ið hava lillalittu gávuna?
Tríverkið hevur alt tað, ið góðar søgur skulu hava. Tað góða mótvegis tí ónda, vinaløg og misskilt sambond, ið hava fleiri fløkjur við sær, eru evni, ið verða væl lýst. Tað nýggja í heiminum hjá Tóru er strembanin eftir gávunum at fáa tamarhald á kenslum, náttúru og viti. Hesi eru umboðað í litum, og so hvørt hennara gávur búnast, mennast hennara tilvit og sjálvsvirðing. Ein skuldi trúð, at tað var fløkjasligt at finna træðrirnar aftur frá Rimarúminum í Vanvarða og savna teir aftur í Feigdarfræ, men hetta megnar høvundurin, og spenningurin er støðugur verkið ígjøgnum. Bøkurnar, ið eru ætlaðar størri børnum og ungum, eru skrivaðar á løttum og góðum gerandismáli.

Kelda: torshavn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder