Breiðanes og Hamranes landa í Hvalba
Partrolararnir Breiðanes og Hamranes landa í Hvalba, teir hava 140.000 pund, meginparturin er upsi.
Nógvir útróðrarbátar selja á Fiskamarknaðinum
Tað viðraði væl um vikuskiftið.
Stelkur og Bakur landa í Runavík
Partrolararnir Stelkur og Bakur landa til Faroe Origin í Runavík, teir hava 190.000 pund, meginparturin er upsi.
Volunteer landar á Toftum
Línubáturin Volunteer landar á Toftum í dag, teir hava 42.000 pund, mest hava teir av hýsu.