Vinna

Seksuell frígering  og politikkur

.

2024-04-10 11:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 

Tað er sjón fyri søgn, at fleiri liberalt framfýsnir politikarar í Føroyum í dag eru ov bráðlyntir, at politisera verðsligar imitasjónir frá tí stóru verð. Hetta slagið av politikarum fara uttan himpr eftir valdinum við, at politisera tey mest umstríddu málini í samfelagnum – nakrantíð. Slík mál kunnu ikki annað enn verða til ónáði og fortreð fyri mong.

 

Politisk “smart i en fart” mál verða ofta sett í verk við lóg fyri, at tekkjast teim mest frælslyntu og samstundis verður lóggivið tamarhald á tey afturhaldssinnaðu. Tað er ikki serliga smart fyri menning og trivna í samfelagnum. Men hesin framferðarhátturin sýnist, at verða eitt meira og meira einvent stýrislag í einum sokallaðum demokratiskum samfelag. Tað minnir meg um politisku viðgerðina í frálíku bókini hjá Prof. Ryszard Legutko undir heitinum: “The Demon in Democracy – Totalitarian Temptations in Free Societies.   

 

Vit hava øll hoyrt um seksuellu frígeringina og eftirfylgjandi skaðiligu bylgjurnar, sum hava skakað allan heimin. Strembanin hjá teimum liberalu var, at gera sex til eitt politiskt mál. Á tann hátt kravdu tey liberalu almenna viðurkenning við, at politisera sex og seta fram óhóskandi lógaruppskot um tað sama. Á tí grundarlagnum var ætlanin og er framvegis ætlanin, at skapa eitt nýtt samfelag fyri “øll”, so løgi tað ljóðar. Men tað er alt samalt følsk slagorð um frælsi, tí slík samfeløg standa spilnakin undir opnum himli til skammar í dag. 

 

Eitt tað mest óhugnaliga í øllum hesum er, at seksuella frígeringin hevur verið sjálvt vápnið, ið fyrst skeiklaði og seinni oyðilegði hina fyrru og sunnu fatanina av sexlívinum millum mann og konu. Harnæst var seksuella frígeringin amboðið, ið hevur verið brúkt, at smíða eina nýggja óordan í fleiri samfeløgum. Eg haldi, at herviligu avleiðingarnar av falska konceptinum um seksuella frígering sæst á øllum frontum í grannalondunum í dag. Politikarar royna alla tíðina, at sløkkja eldar og halda skipið lens. Men tað søkkur fyrr ella seinni, tí teir vilja ikki síggja avleiðingarnar av ómoralinum og tess minni, at rætta tað, sum bogna og skeivt er uppaftur.

 

Tvørturímóti hevur tann seksuella frígeringin verið hálova í áratíggjur og brotið seg inn í mentanir og almenna samfelagið, sum heild. Dálkingin av hjúnabandslógini við, at tvinga javnvirðing av homoseksuellum hjúnabandið, er eitt skúladømi um hetta slagi av politiskari villleiðing og óhepnum avleiðingum, sum seksuella frígeringin hevur viðført.

 

Vit síggja longu nú, at tey liberalu slett ikki hava fingið eitt fullkomið ella fyrimyndarligt samfelag í tíðini eftir yvirgangin á hjúnabandslógina. Men tað tragiska er, at omanlopið nærkast tí vanliga borgaranum. Tí hin seksuella frígeringin herjar framvegis á allar almennar stovnar í samfelagnum. Og hon endar ikki sín kamp í fólkaskúlanum, barnagarðinum ella vøggustovuni. Nei, hendan lavinan nærkast í stórum tí seksuellu frígeringini hjá kvinnuni, ið krevur sín gyseliga rætt, at ráða yvir lívi og deyða á føðideildini.

 

Tað gongur nokkso skjótt tann skeiva vegin. Tí hin liberal politiska tilgongdin prógvar, at mong eru illa villeidd og hava longu fingið skitnar fingrar av seksuellu frígeringini. Fyri at stápla slíkt siðloysi uppá beinini, krevst eitt væl skipað og passaliga fakligt ábyrgdarbýti, ið skal taka sær av slíkum politiskum málum, ið verða kroyst omanyvir vanligir borgarar. Men fyrst má hitt skipaða fráfallið frá øllum tí, sum gudiligt er, nærkast endanum. Og sum tíðin gongur sæst longu nú ein útskifting frá tí meira siðiliga til tað, sum líkist siðloysi við sama perversa sinnalagi, sum uppreistrarfólkini í síni tíð høvdu, men nú sitandi í fleiri av hesum almennu størvunum í nýggja politiska almenna bygnaðinum, sum teir sera verðsligu politikararnir løgdu lunnar undir.

 

Tað er tíverri ikki altíð, at politikarar síggja avleiðingarnar av teirra skeivu og í summum førum ræðuligu avgerðum. Men tá ið slíkar politiskar avgerðir verða fluttar á almennu stovnarnar og settar í verk har, tá seyrar seksuella frígeringin ígjøgnum lógirnar, siðvenjurnar, sosiala praksis, skúlar, útbúgvingar og at enda alt samfelagið.

 

Tað er blivið nokkso vanligt, at tey politisku málini, ið eru sprottin burturúr seksuellu frígeringini, sum t.d. frí fosturtøka, ymiskt rættindir innan homoseksualitet, ymisk rættindir til reproduktión og tílíkt hava gjørt seg til talsmál við víðgongdum talsfólkum fyri øllum teimum, sum dríva fyri vág og vind í hesum ósunna og niðurbrótandi tíðarrákinum. Hesi eru tíverri blivin ein varði, ið staðfestir ein grundleggjandi samleika innan demokratiskt liberalan politikk í dag. Tað ótrúliga er hent, at politiskar skipanir hava tikið av freistingini, at vilja tvinga tamarhald á fólkinum í slíkum málum. Men tað er jú vegurin til einaræði. Og tey verða enntá stuðlaði av ST, WHO, og fleiri landsstýrum og felagsskapum runt um í heiminum. Og nettupp tí halda mong, at tað stendur væl til í slíkum samfeløgum. Talan er um eina falska felagsskaparkenslu. 

 

Hippiararnar, sum søgdu “make love, not war” eru nú skiftir út við dagsins liberalu politikarar í fínum klædningum, embætisfólk, lærarar og sakførarar. Og stuttleikin hjá hippiarunum tendrar ikki dagsins samfelag longur. Men jagstranin eftir stuttleika, er enn á skránni. Vit hava tað nógv stuttligari í dag enn hippiarnar høvdu, halda vit. Men ikki stuttligt nokk. Vit eru ikki ordiliga nøgd enn.

 

Hinvegin, so vísir hin ósløkkjandi tostin í tí áhaldandi seksuellu frígeringini tvær sera myrkar síður í dagsins samfelag. Tað fyrsta er kensluloysi og hareftir kemur vónloysi. Reint politiskt eru vit komin har, sum krákurnar venda. Og botnurin í øllum hesum er, at nú ætla vit, sum vælferðarsamfelag, at lóggeva einaræðisrættindir til allar mammur – uttanum straffilógina – at fáa loyvi til, at drepa síni egnu børn.

 

At institutiónalisera seksualitet í sokallaðum siviliseraðum og demokratiskum samfeløgum, hevur stongt vegin hjá heidningunum og opnað alt, sum hugsast kann av tilboðum innan seksualitet og avleiðingum tess. Tað einasta, sum nú kann henda í slíkum samfeløgum, har sexhjólið alla tíðina melur við fúkandi ferð, ið brýtur illa frá sær við óbótaligum avleiðingum, er framhald av endaleysum politiskum lógarsmíði, kunngerðum og sjúkum mannagongdum til stressaði embætisfólk at umsita í tænastuni fyri ein perversan palleba. Seksuella frígeringin er ein skrúva uttan enda, ið verður meira og meira eirindaleys ímóti borgarunum. Tað er ikki neyðugt hjá mær at siga hvat eg standi fyri. Tí eg havi áður kunngjørt tykkum vegin, sannleikan og lívið t.e. Kristus, ið er mentur at frelsa okkum burturúr syndini fyri, at liva lívið fyri Hann.

 

Ein vinarlig og álvarsom áminning frá vini tykkara, Ragnari Ludvig til Løgtingið og tykkum, sum stuðla siðloysinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder