Vinna

Mars hevur sett kós ímóti Føroyum

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum - MARS - setti í gjár kósina ímóti Føroyum.

2024-04-11 20:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at keypa fyrstilínuskipið Ummannaq, sum nú hevur skift navn til Mars. Tilgongdin byrjaði í fjør, og mánadagin bleiv Mars skrásettur í føroysku skipaskrásetingini.

Tað er felagið Fossá í Sandavági, sum hevur keypt skipið, sum er bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen í 1988. Skipið hevur fyrr verið í føroyska flotanum, tað var undir navndinum Stapin frá 2002 til 2010.

Mars loysti í gjár úr Svendborg í Danmark við kós ímóti Føroyum. Hálvdan Gudmundsen, reiðari, sigur í kvøld, at skipið væntandi verður á Havnini sunnudagin.

Ymiskt arbeiði skal gerast umborð á Mars tá ið hann kemur á Havnina. Væntandi verður farið til fiskiskap fyrst í mai.

Manningin kemur at telja 14 mans.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder