2024-09-08 10:53

Vesturbúgvin hevur partrola saman við Vesturvarða í norskum sjógvi, og hava teir gjørt ein rok túr.
Skipini hava fiskað 400 tons av makreli, sum Vesturbúgvin landar til Varðan Pelagic í nátt.
Talan er um størstu lastina hjá Vesturbúgvanum, og er hann fullfermdur.
Skipari umborð á Vesturbúgvanum er John Vernar Louisson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald