Mentan

Vestmanna kommuna samstarvsfelagi í ABC 

Vestmanna kommuna hevur tikið stig til at gerast ABC samstarvsfelagi og er tíggjunda  kommunan, ið er við. Sostatt telist nú meira enn triðja hvør kommuna millum  samstarvsfelagarnar í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsustýrinum. 

2024-04-30 10:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Síðan summarið 2017 hevur ABC fyri sálarliga heilsu arbeitt við einum hópi av kommunum, feløgum  og stovnum, ið hava verið partur av einum sokallaðum ABC samstarvi. Í fyrstuni varð strembað eftir at útvega nýggjar samstarvsfelagar, men seinastu árini hava kommunur, feløg og stovnar sjálvi vent sær  til Fólkaheilsustýrið fyri at gerast samstarvsfelagi. Fólkaheilsustýrið fegnast um hesa gongdina, tí tað  vísir á eina motivatión fyri at skapa sálarliga heilsufremjandi karmar í nærumhvørvinum í Føroyum.  

Vit fegnast um at kunngera, at Vestmanna kommuna er nýggjasta kommuna í ABC samstarvinum.  Vestmanna kommuna sigur soleiðis um avgerðina:  

“Vestmanna kommuna hevur gjørt av at vera við í ABC fyri sálarliga heilsu fyri at geva vestmenningum  enn betri karmar og íblástur at savnast til tiltøk, har fólk kunnu hugsavna seg og vera virkin saman.  Tað, at fólk trívast og føla seg sum part av einum góðum felagsskapi, hevur alstóran týdning fyri  einstaka menniskjað, ungt sum eldri.” 

Kommunan skipar fyri fleiri tiltøkum árliga, sum kunnu knýtast at ABC fyri sálarliga heilsu:  “Eitt nú Válan, Vestmannadøgum við felags morgunmati, verkstovum á Staðnum og øðrum tiltøkum fyri fólk í øllum aldri. Umframt hetta letur Vestmanna kommuna eisini karmar til ymiskar felagsskapir,  so sum Dagtilhaldið, Undirhúsið, Bátafelagið, VÍF, TableTop Føroyar v.fl.” Sum ABC samstarvsfelagi  ætlar Vestmanna kommuna m.a. at styrkja átøk sum hesi við at leggja dent á boðskapin um at vera  virkin, saman og hugbundin.  

Vestmanna kommuna fegnast um at verða partur av ABC samstarvinum og fer framyvir miðvíst at  arbeiða við týdninginum av góðari sálarheilsu. Ungdómsleiðarin og mentanar- og ferðavinnumennarin  verða ABC samskiparar í kommununi. 

30 samstarvsfelagar í ABC 

Við Vestmanna kommunu eru nú tilsamans 30 feløg, stovnar og kommunur, ið eru partur av ABC fyri  sálarliga heilsu ı́ Føroyum. ABC samstarvsfelagarnir eru: Eiðis kommuna, Hvalbiar kommuna, 

Klaksvı́kar kommuna, Sands kommuna, Sunda kommuna, Tó rshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna,  Vága kommuna, Vágs kommuna, Vestmanna kommuna, Kommunufelagið, IÍtróttarsamband Føroya,  Fó tbó ltssamband Føroya, Psykiatriski depilin, Gigni, SSP, Almannaverkið, Fróðskaparsetur Føroya,  Javni, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Sinnisbati, Sinnisbati Ung, Ergoterapeutfelagið,  Fysioterapeutfelagið, Psykoterapeutfelag Føroya, Brú gvin, Húsarhaldsskú li Føroya, Hagafelagið og  Frælsi. Hesir samstarvsfelagar hava stó ran týdning fyri at styrkja sálarligu heilsuna ı́ Føroyum.  

Boðskapurin í ABC 

ABC fyri sálarliga heilsu er ein granskingargrundað sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið umframt at  skapa sálarliga heilsufremjandi umhvørvi kring landið, eisini roynir at fáa einstaklingin at røkja og  fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. ABC fyri sálarliga heilsu hevur trı́ggjar einfaldar,  ı́tøkiligar og jaligar boðskapir, sum eru fyri øll - børn, ung, vaksin og eldri - og sum kunnu styrkja  sálarligu heilsuna: 

VER VIRKIN: Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: gakk ein tú r, lú ka ı́ urtagarðinum, tosa  við ein granna, telva, les eina bó k ella ver djú phugsin og njó t náttú runa. 

VER SAMAN: Ver partur av einum bindiklubba, tó nleikabó lki, bó kaklubba, ı́tró ttaliði ella ver enn  meira virkin ı́ einum bó lki, tú longu ert partur av. Ver saman snýr seg um kensluna av at hoyra til. 

VER HUGBUNDIN: At vera hugbundin, sipar til at vera uppiı́ onkrum ella binda seg til okkurt við  fullum huga, sum gevur meining fyri teg. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjó ðing, lær  okkurt nýtt ella hjálp onkrum við onkrum. 

Fó lkaheilsustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder