2025-12-14 09:45
Kappingareftirlitið hevur góðkent at P/f Varðin, umvegis dótturfeløgini P/f Gulenni og P/f Skipafelagið 1, yvirtekur MS Eysturbúgvan við fiskidøgum og fiskiloyvi til gullaks frá P/f Vørustíggi.
P/f Gulenni, ið rekur uppsjóvarskipið Tummas T, yvirtekur gullaksakvotuna, meðan P/f Skipafelagið, ið rekur MS Heyk og MS Stelk, yvirtekur MS Eysturbúgvan við fiskidøgum til botntrol.
Avgerðin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald