Vinna

Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum 9,1% í februar 2024

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum til føroyskar kundar var 9,1% í februar 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

2024-05-03 11:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Landsbankin:


Í 2023 var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum hægri enn undanfarin ár, og hevur hann verið veksandi síðani miðjan 2022, sí mynd 1. Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum til føroyskar kundar var 9,1% í februar 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

Vøksturin í útlánunum frá føroysku bankunum til húsarhaldini hevur verið høgur tað seinasta árið, men hevur samstundis verið negativur frá donsku realkredittstovnunum, tí nógv hava skift frá donskum realkredittlánum til føroysk bankalán, sí myndina niðanfyri.

Verður útlánsvøksturin frá donskum peninga- og realkredittstovunum tikin við, var samlaði útlánsvøksturin tilamans 5,5% í februar 2024.       

Mynd 1

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder