Politikkur

Útlán til kommunur og almennar fyritøkur økt nógv síðstu árini

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum til føroyskar kundar var 9,1% í februar 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Tað eru serliga kommunurnar og almennar fyritøkur, ið hava økt um lántøkuna.

2024-05-03 10:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Landsbankin:


Útlánini til kommunurnar og almennu fyritøkurnar eru økt lutfalsliga nógv, og tað gevur í løtuni ein høgan útlánsvøkstur í føroysku bankunum. Lántøkan hjá kommununum er økt við nærum 260 mió. kr. síðani februar 2023 til 1,6 mia. kr. í februar 2024. Í sama tíðarskeiði hava almennu fyritøkurnar økt sína lántøku í føroysku bankunum við góðum 200 mió. kr. Skuldin hjá almennu fyritøkunum var góðar 600 mió. kr. í februar 2024.

Seinastu 10 árini er lántøkan hjá kommununum meir enn tvífaldað, meðan lántøkan hjá almennu fyritøkunum í føroysku bankunum er økt við 60% (indekstalið er 160 við ársbyrjan 2024 samanborið við 100 við ársbyrjan 2014). Í sama tíðarskeiði er lántøkan hjá privatu vinnuni og húsarhaldunum økt við ávikavist 30 og 40 prosentum, sí mynd 1.

Meginparturin av útlánunum frá føroysku bankunum fara tó til húsarhald og privatu vinnuna, sí mynd 2, men lántøkan hjá kommunum og almennu fyritøkunum er økt lutfalsliga nógv seinastu árini.

Mynd 1

Mynd 2

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder