Lýsing

Uppboðssøla

Uppboðssøla av skoraveðrum verður í Heygatúni leygardagin 14/9 kl. 19:00.

2024-09-10 07:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tríggir veðrar verða seldir til hægstbjóðandi. Veðranir eru vistfrøðiligir og hava gingið í Góðmannskor.

Tveir veðrar verða seldir livandi og ein er limaður sundur og verður seldur í stykkjum.

Keyparar hava møguleika at fáa seyðin flettan beint eftir uppboðssøluna.

Peningurin fer óskerdur til viðlíkahald og útgerð at brúka í skorini.


Við vón um góða undirtøku

Góðmannskoramenn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder