USN – UNIVERSITETET I SØRØSTNORGE Á VITJAN
Nú tórsdagin 24. oktober kl. 15:00, verður forkunnug vitjan á Seglloftinum á havnarlagnum á Tvøroyri. Umboð fyri Universitetið USN í Noregi hava lagt leiðina forbí Tvøroyri og fara tey at greiða frá pedagogútbúgving teirra.
Tað er í samráð við Morten Hust Petersen, ið er leiðari fyri dagstovnaøkinum í Vestmanna kommunu, at Tvøroyrar kommuna hevur fingið vitjanina í lag.
Morten hevur í longri tíð roynt at fáa eina netbaseraða pedagogútbúgving upp at standa, fyri føroysk lesandi. Endamálið var at finna eina uppseting, har føroysk lesandi høvdu møguleika fyri at taka alla útbúgvingina í Føroyum, uttan at skulla av landinum í tíð og ótíð – soleiðis kunnu tey lesandi vera knýtt at arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, meðan lisið verður.
USN fer eftir ætlan undir eina pedagogútbúgving, ið er skræddarseymað júst til hetta endamálið, á heysti 2025.
Øll í Suðuroynni, við áhuga fyri hesum spennandi útbúgvingarmøguleikanum, eru hjartaliga vælkomin á Seglloftið nú tórsdagin kl. 15. Kaffi, te og okkurt aftirvið, verður eisini at fáa.
Til ber at fara inn á heimasíðuna hjá USN her https://www.usn.no/studier/bachelor-barnehagelarer/notodden-deltid og lesa meiri um útbúgvingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald