2024-05-29 19:28
Ein annar leiðari sum hevur takkað fyri seg eftir nógv ár í starvið er Mirjam Kjølbro, leiðari á Miðgarði í Miðvági. Mirjam byrjaði í starvi 1. mai 2006 í útibarnagarðinum í Miðvági og tá Miðgarður stóð liðugur í 1. oktober 2011, byrjaði hon sum leiðari á stovninum.
Miðgarður, er ein sera væl rikin stovnur, sum er staðsettur mitt í bygdini, og náttúran rundan um er spæliplássið hjá børnunum og arbeiðsøkið hjá stavrsfólkunum. Tætt við fjall og fjøru, viðarlund og áir. Stovnsøkið hjá Vága kommunu hevur bestu normering í landinum.
Vit ynskja Albert og Mirjam bestu eydnu við lívsleiðini framyvir og tað tey fara at takast við, og takka teimum fyri hesi mongu árini tey hava tænt borgarunum.
Starvslýsingarnar eftir fíggjarleiðara og leiðara til Miðgarð kunnu síggjast her, freistin at søkja er í kvøld, 29. mai:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald