2024-09-11 10:49
Tað er fitt av vindi í morgun - 13 m/sek., ættin er útnyðringur.
Tá ið eg sat við morgunmatarborðið í morgun, sá eg tveir trolarar koma undan Presttanga, tók kikaran og sá at tað vóru Polarhav og Stjørnan.
Teir hava roynt eftir gulllaksi vestur úr Mykinesi teir seinastu dagarnar, men tað er nógvur vindur í morgun, so teir eru komnir undir land vestanfyri at kroka.
Sagt verður frá nógvum vindi aftur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald