Politikkur

Trivnaður, handverk og føroyski báturin

Alt fleiri børn stríðast í gerandisdegnum. Í Føroyum hava vit heimsins bestu møguleikar at gera eitt samfelag har tey flestu trívast.

2026-04-22 23:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyingar hava gjøgnum tíðina verið fittir í hendrunum. Hesin førleiki og áhugi verður tó ikki í nóg stóran mun mentur í skemafyltu nútíðini hjá børnum og ungum. Í staðin verður einamest lisið úr bókum. Tað handaliga er vøra, ið føroyska samfelagið fegin vil hava. Tí eiga vit at fáa tað handaliga inn í skúlan í størri mun. Føroyski báturin er upplagt evni sum verkætlan og siðalæra.

“Okkara framtíð (tey sum ganga í fólkaskúla) smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum.”

Tað er mítt boð uppá spurningin, sum Tjóðsavnið, Føroyska UNESCO- nevndin og Runavíkar kommuna settu, tá tey skipaðu fyri tiltakinum ‘Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum’ í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu í gjár.

Í samgonguskjalinum skrivaðu vit: "Fólkaskúlin er fremsti mál- og mentanarberi okkara, og við endamálsorðing síni leggur hann lunnar undir fólkaræðisliga hugsan, kristna siðvenju og føroyska mentan. Vit vilja hava ein góðan fólkaskúla, har øll trívast, mennast og læra.
Vit vilja, at skúlarnir skulu fáa størri frælsi til at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd."

Í dag hevur evnisdagur verið í Norðurlandahúsinum. Evnið var: “Motivatión: Nær, Hvar og Hvussu?”

Tað sum stóð eftir fyri mítt viðkomandi, tá evnisdagurin var liðugur, var at menniskju eru ikki gjørd til at sita í hølum og læra øll barna- og ungdómsárini. Tað er umráðandi fyri menniskju at hava sálarligan tryggleika, tá vit skulu mennast og læra. Hesin neyðugi tryggleikin er trupul at náa hjá øllum næmingunum samstundis í siðbundnu flokshølunum.

Tann tryggleikin verður best skaptur, um næmingarnir
- hava ognarlut og áhuga í læruni.
- hava kenslu av, at læran er á røttum torleikastigi.
- hava kenslu av at tað er meiningsfult at vera partur av felagsskapinum.

Hetta kundi verið framt í verki við at størru skúlarnir hava ein føroyskan bát hvør. Við honum fylgir nógvur og ríkur siðaarvur - handverkið, likamlig rørsla, veður, rák, virðing fyri náttúruni, sjómansskap, lívfrøði og burðardygd við meira.

Fía Selma Nielsen
Tingkvinna fyri fólkaflokkin


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder