Vinna

Tíðindaskriv um pallborðsfund á Eplafestivalinum

.

2024-09-26 11:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Búnaðarstovan, Veltan og Grøni Háskúlin hava tikið stig til at skipa fyri einum pallborðsfundi á Eplafestivalinum undir heitinum “Skulu vit hava vinnuliga grønmetisframleiðslu í Føroyum ?”.

Fundurin er almennur og verður á fjósloftinum í Miðstovuni í Trøðum á Sandi leygardagin 28. september 2024 kl. 10.00

Framløgur vera um evnið, og pallborðsluttakarar seta skjøtul á kjakið. Orðstýrari verður Óluva Zachariassen.

Í sambandi við pallborðsfundin fer kokkurin Gutti Winther at bjóða brellbitar av ymsum grillaðum grønmeti.

Nýggju norðurlendsku kosthaldsráðini mæla til at eta lutfalsliga meira av grønmeti, enn gjørt verður nú, og landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevur boðað frá nýggjum landbúnaðarpolitikki, har m.a. økt innlendis grønmetisframleiðsla er raðfest frammarlaga.

Fyriskipararnir av pallborðsfundinum á Eplafestivalinum vóna, at tikið verður væl ímóti hesum høvi at hittast á fjósloftinum í Miðstovuni at umrøða dagsaktuella evnið eina løtu og somuleiðis at smakka onkrar av brellbitunum frá kokkinum.

Eitt sindur meir stendur at lesa um fundin á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni:

PALLBORÐSFUNDUR Á EPLAFESTIVALINUM LEYGARDAGIN 28. SEPTEMBER KL. 10.00 (bst.fo)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder