Vinna

Tað nýtist ikki at vera so fløkjasligt

Føroya Arbeiðsgevarafelag sendi fyrradagin tíðindaskriv út, har tey slongdu um seg við tølum: Talvur, semingsuppskot og faldan av tímaløn + eftirløn upp í mánaðarløn, alt í einum ellibita.

2024-05-24 21:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 

Umframt eina klossuta roynd at fáa semingsuppskotið, ið tey vrakaðu, at tykjast sum teirra uppskot.


Um hetta var annað enn ein roynd at forvirra lesaran, so er hon miseydnað. 


Eftir stendur, at eftir langa seming, so var hægsta boðið Vinnuhúsið kundi koma við: 4,20 kr. um tíman fyrsta árið, og 2,76 kr. seinna árið. Ella tilsamans 4,8% yvir tvey ár. 


Hetta skal haldast upp ímóti einum prísvøkstri á 12% seinastu tvey árini, og at arbeiðarafeløgini hava verið meira enn rímilig til samráðingarnar í 2020 og 2022. Tí vinnan, sambært Vinnuhúsinum, stóð fyri hóttafalli orsaka av fyrst korona, og síðan krígnum í Ukraina. 


Men vinnan hevur tað gott, og har er einki hóttafall. Yvirskotini eru methøg, og verkafólk vilja sjálvandi hava sín part av virðunum, ið tey skapa. Sum er kann eitt verkafólk ikki liva av síni løn.


At eftirlønin eisini er afturútsigld, broytir ikki uppá, at eitt verkafólk ikki kemur uppá turt av lønarvøkstri á 4,8% yvir tvey ár.


Ordilig løn, tað er kravið! 


Tað nýtist ikki at gerast óneyðuga fløkt!


Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Havnar Arbeiðarafelag

Føroya Arbeiðarafelag


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder