Vinna

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024.

2024-05-09 18:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Havstovan: Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við írsku og skotsku hellingini. Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar. Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. Miðallongdin var gott 25 cm og miðalvektin um 100 g í okkara prøvum í ár.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Endaligu úrslitini frá felags kanningunum verða tøkar, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd fyrst í mai.

Les alla frágreiðingina her.

Jan Arge Jacobsen
30. apríl 2024

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder