Ítróttur

Stórur dagur í Berlin

Seinastu dagarnar hava føroyingar í túsundatal møtt hesin skeltinum “Welcome to Berlin”. Tað eru føroyingar ið vilja stuðla og uppliva tá ið søga verður skrivað í Berlin í kvøld.

2024-01-11 08:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar spæla sín fyrsta EM-dyst nakrantíð í einum endaspælið tá ið teir møta Slovenina klokkan 18 lokala tíð í kvøld, sum er klokkan 17 føroyska tíð.

So at siga eru heili níggju flogfør komin úr Føroyum beinleiðis til Berlin, sum næstan øll hava verið fullsett.

Umframt øll tey ið eru komin beinleiðis til týska høvuðsstaðin úr Føroyum, so eru eisini nógvir føroyingar farnir til Keypmannahavnar fyrst. Eisini hava nógvir føroyingar ið búgva m.a. í Danmark leita til Berlin.

Klokkan 18 lokala tíð byrjar dysturin í stóru høllini Mercedes-Benz Arena, sum kann taka 17.000 áskoðarar.

Væntað verður at meira enn 4.000 føroyskir áskoðarar verða til dystin í kvøld. At áhugðin er stórur sæst eisini aftur hjá Sport24 í Havn, sum hevur selt 2500 landsliðsblusur.

Allir mans hjá Føroyum eru tøkir til dystin í kvøld.

Sí eisini:

Jens: - Teir eru klárir til uppgávuna

Helgi: Vit eru spentir

Myndir: Venjing í Mercedes-Benz Arena

Ísak: Vit kunnu bjóða Slovenia av

Tíðindafundur

Hava selt 2500 landsliðsblusur

Myndir: Góður stemningur á flogvøllinum í morgun

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder