2024-11-07 21:53
SEMINGSUPPSKOT Á BORÐINUM
Starvsfelagið hevur fingið eitt uppskot um semju at taka støðu til. Tískil verða álitisfólk á sáttmálaøkjunum hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum biðin at møta á fundi í Smæruni í morgin, fríggjadagin 8. novembur, kl. 10. Á fundinum fer nevndin at kunna um innihaldið í semingsuppskotinum.
Álitisfólk á sáttmálaøkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, t.e. Posta, Føroya Tele og Vága Floghavn, skulu ikki møta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald