
Vága kommuna: Í gjár varð fyrsti spakin settur í og arbeiðið at binda saman Ápramsveg við Tvørgarð er byrjað. Verkætlanin við eini gøtu frá Tvørgarði og inn í Húsagarð er partur av arbeiðinum sum nú er byrjað.
Verkætlanin við Ápramsvegi er ein 2-1 vegur, sum er uml. 400 metrar langur við eini betongbrúgv tvørtur um Hýsisá. Harumframt verða gjørd nýggj regnvatns inntøk á ovarusíðu og gøtuljós verða somuleiðis sett upp á ovarusíðu.
Verkætlanin at samanbinda Húsagarð og Tvørgarð við Ápramsveg kemur at kostað 4,9 milliónir. Mett verður at arbeiðið fer at taka uml. 10 mánaðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald