Vinna

Sørvingar hava verið á Gáshólmi eftir veðrum

.

2024-09-25 10:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Tá ið sørvingar seinasta fríggjadag vóru eftir veðrum á Gáshólmi, vóru 4 ættarlið við, tann elsti var 83 ár og tann yngsti 7ár ( Hjørleif, Jógvan Páll, Ingi og Hjalmar Ole-Jacobsen).

Teir høvdu ein góðan túr, teir sleptu 15 hornaseyðum í vár og 14 komu aftur nú.


Teir halda ikki at seyðirnir eru eins góðir, sum undanfarin ár, helst hevur váta veðrið ikki verið gott fyri Gáshólm halda teir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder