Mentan

Sólvá Jacobsen verjir sína ph.d.-ritgerð

14. mai klokkan 13:00 fer Sólvá Jacobsen at verja sína ph.d.-ritgerð á Fiskastykkinum í Sandavági.

2025-05-02 08:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Setur.fo skrivar:

Sólvá Jacobsen hevur granskað og skrivað ph.d.-ritgerð, sum eitur "Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic 0-group fish in recruitment processes on the Faroe shelf – with an emphasis on Faroe Plateau cod (Gadus morhua)”.

Sum ph.d.-lesandi hevur Sólvá Jacobsen verið starvssett á Havstovuni og innskrivað á Náttúruvísindadeildini (NVD) á Fróðskaparsetri Føroya. 

Vegleiðaratoymið:
Karin Margretha Húsgarð Larsen, Havstovan (høvuðsvegleiðari)
Eilif Gaard, Havstovan 
Peter Grønkjær, Aarhus Universitet

Metingarnevndin:
Anni Djurhuus, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forkvinna í metingarnevndini) 
Torkel Gissel Nielsen, professari á DTU 
Stamatina Isari, ph.d. og senior granskari á Havforskningsinstituttet  

Verjan verður á enskum máli, og ritgerðin er tøk á Landsbókasavninum.

Samandráttur av ritgerðini:

Føroyski landgrunnurin hevur stóran týdning fyri føroysku fiskivinnuna, og ynskiligt er at skilja samansettu vistskipanina á Landgrunninum væl.

Yngulin í sjónum er grundarlagið undir tilgongd av fiski og sjófugli, og leingi hevur verið greitt, at tað eru stórir munir í nøgd av yngli frá ári til annað. Yvirlivilsi fyrstu livitíðina hjá eitt nú toski hevur stóran týdning fyri endaligu tilgongdina.

Endamálið við hesi verkætlan var at fáa betri kunnleika um yngulin á Landgrunninum.

Yngulkanningar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu 50 árini, eru gagnnýttar saman við dátum um føði hjá ynglinum. Úrslitini frá verkætlanini geva eina betri heildarfatan av, hvussu broytingar í havinum ávirka yngulin, hvussu yngulin á Landgrunninum er tengdur at nøgd av føði og hvussu yngulin ávirkar aðrar verur í vistskipanini eitt nú djóraæti og fisk.

Høvuðsúrslit
Meginparturin av ynglinum á Landgrunninum, fingin í seinnu helvt av juni, er frá toski, hýsu, nebbasild og hvítingsbróðuri. Miðaltalið og miðallongdin á hesum fýra yngulsløgum á Landgrunninum sveiggja eins ímillum ár. Tá nógvur yngul er, er hann í miðal eisini størri, enn tá lítið av yngli er.

Flestu fiskasløg um okkara leiðir gýta um várið. Larvurnar og yngulin liva uppi í sjónum fyrstu mánaðirnar. Tey reka frítt við sjóvarfallsstreymunum, og liva hesa tíðina av djóraæti.

Sjóvarfalsfronturin ger, at larvurnar ikki reka av Landgrunninum. Fyri tosk er tað soleiðis, at í fyrstani t.e. í apríl, tá larvan er 4-9 mm long, er føðin egg og ungar frá djóraætinum, serliga av tí oseaniska vatnloppu slagnum Calanus finmarchicus, men sum larvan veksur kann hon gloypa størri og størri føði. Lítla fiskalarvan hevur ikki fjarðar og stert, og megnar tí illa at svimja og fanga sær føði. Tá toskalarvan er uml. 10 mm í mai, broytir hon skap og fer at líkjast meira vaksna fiskinum.  Hendan broytingin krevur nógva orku, og um hettar mundið etur larvan miðalstórar vatnloppur, sum einamest eru landgrunnasløg. Í juni, tá toskurin er uml. 20 mm, kalla vit hann yngul. Toskayngul, sum er 20-30 mm, etur mest stórar vatnloppur av slagnum C. finmarchicus. Frá 30-40 mm etur yngulin eisini krabbalarvur, og tá toskurin er uml. 40 mm ella 4 cm ferðast hann inn ímóti landi og niður ímóti botni, har hann livir inni við land tey næstu 2 árini.

Nøgdin og miðallongdin á ynglinum, fingin í seinnu helvt av juni, er tengd at gróðurinum. Meira gróður, tess meira er av yngli og eisini er yngulin størri, enn tá lítil gróður er. Nytrukanningar av toskayngli vísa, at yvirlivilsið og vøksturin eru betri tey ár, tá nógvur gróður er á Landgrunninum. Ein vakstrar- og yvirlivilsis-fløskuhálsur er staðfestur at vera um miðjan mai, tá larvan er uml. 10 mm.

Tá gróðurin fer í gongd, byrjar djóraætið at nørast, og broytingar í nøringini frá ári til annað er helst ein høvuðsorsøk til, at yngultølini sveiggja so nógv ímillum ár. Men rák av C. finmarchicus frá opnum havi inn á Landgrunnin hevur eisini týdning fyri nøgd av toskalarvum í juni, kanska serliga rák fyrstu tíðina beint eftir gýting tvs. síðst í apríl/fyrst í mai. Tað er tí ørkymlandi, at júst eggframleiðslan hjá C. finmarchicus síðst í apríl er minkað í tíðarskeiðinum 2008-2020 í mun til tíðarskeiðið 1997-2007.

Viðvíkjandi nøgd av djóraæti á Landgrunninum, sæst eitt týðiligt øvugt samband við nøgd av yngli. Tvs. at tey ár, tá ið nógvar larvur og yngul eru um várið og summarið, so er minni av djóraæti (í vekt). Hettar kemst av, at tá nógvar larvur og yngul eru í sjónum (sum eta djóraæti), avmarkað tey samlaðu vektina av djóraæti.

Toskayngul og støddin á toskastovninum

Yvirlivilsi hjá toskalarvum hevur týdning fyri endaligu tilgongdina til toskastovnin, hóast sambandið ímillum nøgd av yngli og tilgondina er betri summi tíðarskeið enn onnur. Nøgdin av toskalarvum beint eftir gýting er beinleiðis tongd at støddini á gýtingarstovninum. Tað er tískil týdningarmikið at varðveita ein burðardyggan gýtingarstovn. Men tá tað er sagt, so er tað yvirlivilsi frá larvu til yngul, sum hevur størri týdning fyri tilgongdina. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder