Politikkur

Umval verður í Runavíkar kommunu

Í sambandi við kommunuvalið tann 12. november 2024 varð kært um møguligt valsvik í Runavíkar kommunu á valstaðnum í Oyndarfirði. Kært varð um, at svikað varð við einum atkvøðuseðli, sum bleiv avgerandi fyri, hvør av tveimum persónum fekk sess í nývalda býráðnum í Runavíkar kommunu.

2025-11-21 15:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Málið varð samstundis meldað til løgregluna, sum eftir drúgvar kanningar nú hevur reist ákæru móti einum persóni um valsvik.


Tað hevur avgerandi týdning, at fólk kunnu hava álit á okkara fólkaræði. Tí má ongin ivi vera um, at val fara fram eftir røttum og lógligum forskriftum.

Við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnartekin ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð.
Málið snýr seg bæði um rættartrygdina hjá viðkomandi, sum átti ógildaðu atkvøðuna, men eisini meira yvirskipað um álitið hjá borgarunum á fólkaræðisligu skipanina – at val fara fram uttan svik, og at kærur verða tiknar í álvara. Hetta atlit eigur at verða sett fram um atlitið, at teir býráðslimir, sum vórðu valdir í Runavíkar býráð í november 2024, kunnu verða í vanda fyri at missa sín sess í býráðnum í sambandi við eitt umval.

Umvalið til Runavíkar býráð verður í Runavíkar Kommunu, týsdagin tann 13. januar 2026.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder