Mentan

LANDSSEYÐASÝNINGINI 2025 VERÐUR KUNNGJØRT 21.11.2025

Nú er úrslitið av Landsseyðasýningini 2025 klárt og verður kunngjørt í annaðkvøld, fríggjakvøldið 21. november  2025 kl. 19.00 á Búnaðarstovuni.

2025-11-21 15:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Fríggjakvøldið 21.11.2025 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2025 verður almannakunngjørt. 

Skráin fyri kvøldið verður hendan:

  • Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
  • Sigurd L. Lamhauge, stjóri hjá IRF, hugleiðir um burturkast og leivdir frá fletting, sum í dag enda á brennistøðunum. 'Vit brenna tað, vit áttu at eta'
  • Kaffisteðgur.
  • Ari Johanneson vísir videoupptøkur av teimum 8 brundseyðunum í hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig.
  • Úrslitið av Landsseyðasýningini 2025 verður kunngjørt, og  Bjørn Patursson, fyrrverandi stjóri á Búnaðarstovuni, handar virðislønirnar.

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

Stroymt verður frá tiltakinum í bólkinum 'Seyðaáhugað' á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder