Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri annan ársfjórðing í ár.
Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er sølan hjá feløgum, ið vit kenna sum matvøruhandlar.
Í ársins prísum minkaði sølan stívliga 2 prosent frá 2. ársfjórðingi í fjør til 2. ársfjórðing í ár. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var 5,4 prosent lægri 2. ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað merkir, at hóast virðið á søluni lækkaði 2 prosent, so er mongdin av seldum vørum minkað 5,4 prosent.
Sølan av húsarhaldsútgerð nógv minkað
Í vinnugreinini ‘Serhandlar við innbúgvi, ljósbúnaði o.a. húsarhaldsútgerð’, sum liggur undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’ minkaði sølan hetta tíðarskeiðið 17 prosent bæði í ársins og føstum prísum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald