Mentan

Sjósavn og mentanarhúsinum í Vágum

.

2024-11-10 09:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Kári Thorsteinsson skrivar á Facebook.

Gongd er komin á byggingina av Sjósavn og mentanarhúsinum í Vágum við staðsetingini á uppfyllingini við bátahylin í Sørvági.
Byggifelagið J.K. Petersen hevur byggingina undir hond og eftir tíðarætlanini og tá endaligt byggiloyvi er komið uppá pláss, væntast bygningurin at standa liðugur um gott eitt ár.

Ætlanin er, at ein kunningarfundur verður hildin, so fólk fáa eina nágreinliga kunning um verkætlanina.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við í hesi spennandi ætlan.

Mentanar- og sjósavnið í Vágum er eitt áhugafelag, ið er stovnað við tí endamálið at virka fyri at M/S Marna kann gerast ein livandi og verdugur karmur um okkara sjósøgu og mentanarligum fyritakssemi til gaman og álvara hjá ungur og gomlum.

- At lýsa okkara sjóvinnusøgu
- At vera ein mentanardepil
Savnið hjálpir okkum at varðveita siðsøguliga arvin:
Sjóvinnusøgan í orð, myndum og framsýning í livandi umhvørvi
Týdningurin fyri samfelagið við træbátinum í miðdeplinum frá byrjan til dagin í dag.
Føroyingar millum fremstu innan fiski- og sjóvinnu.
Vetrarhálvan við framsýning, framløgum, kvøldsetum í breiðum týdningini at lýsa:
  • og økja tilvitanina millum ung og gomul og hvønn týdning sjógvurin enn hevur fyri
  • okkara lívsvirðir í vinnu- og mentanarhøpi bæði á sjógv og landi.
  • siglingarsøguna frá árabáti til nýmótast skipaflota
  • týdningin bátar og skip høvdu og enn hava fyri samfelagið
  • sjóvinnuna og týdningin hesin hevði og enn hevur fyri okkara lívsføri á hesum oyggjum
Hvør kann gera nýtslu av bygninginum:
Øll skulu eiga og kunna gera brúk av húsinum alt árið undir skipaðum umstøðum m.a. við framsýningum o.ø. til:
- Ferðavinnuna
- Skúlaklassar
- Arbeiðspláss
- Kvøldsetur
- Listaframsýningar av ymiskum slag
- Tónleikaframførslur
- Fyrilestrar
- Skipað virksemi við onnur feløg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder