Vinna

Sigurd Nielsen 100 ár

.

2026-01-25 22:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Fríggjadagin fylti Sigurd Nielsen 100 ár.

Sigurd er føddur í Vestmanna 23. januar í 1926 og hevur búð í bygdini alt sítt lív. Foreldur hansara vóru Sanna og Jens Nielsen. Tey fingu sjey børn, og Sigurd er tann einasti av teimum, sum eftir er.

Hann vaks upp á Heygum í Vestmanna, og bygdu hann og konan, Elsa, hús í sama býlingi. Tey fingu seks børn. Eftirkomararnir hjá Sigurd og Elsu eru í dag 61 í tali, og tá eru makarnir hjá eftirkomaranum ikki taldir við.

Sigurd hevur arbeitt sum handverkari. Millum annað var hann við at byggja báðar fólkaskúlarnar í kommununi. Eisini høvdu Elsa og hann handil.

Nú Sigurd fyllir 100 ár, eru tað trý fólk í Vestmanna, sum eru 100 ár ella eldri.

Vestmanna kommuna ynskir Sigurdi hjartaliga til lukku við runda stóra degnum.


Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, var føðingardagin og heilsaði upp á føðingardagsbarnið, ið er abbabeiggi hennara og eisini eru tey grannar.


JN.fo ynskir eisini Sigurd hjartaliga tillukku við 100-ára degnum - Heilsan Jóanis.s

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder