placeholder
Politikkur

Setið í verk nýskipanir og sparingar

Leggið kommunur saman, fái dupultfunktiónur burtur og veks um inntøkurnar . Neyðugt er, at politiski myndugleikin fremur umfatandi nýskipanir og sparingar innan almenna raksturin.

2026-03-26 08:44 Author image
Búskaparráðið
placeholder

Hóast hesin boðskapur er endurtikin fleiri ferðir, og hóast øll síggja hallini í almennu kassunum í fleiri ár á rað, so er enn ikki komið nakað boð frá politikarum uppá, hvussu politisku myndugleikarnir ætla at fáa búskapin at hanga saman búskaparliga nú og í framtíðini.

Hetta er bráðneyðugt at fáa skil á, men politisku myndugleikarnir sera trekir at gera tær nýskipanir og sparingar, ið skula til. Eitt nú eru ætlanir um at fara undur at bora ein tunnil til Suðuroyar – áðrenn loysn er funnin á avbjóðingini at tryggja fíggjarpolitiska haldførið. Tað er ábyrgdarleyst.

Neyðugt er at gera eina ítøkiliga ætlan fyri, hvussu málið um fíggjarpolitiskt haldføri verður nátt. Henda risa avbjóðing eigur at vera tikin í álvara.

Tað tykist sum um politikarar ikki tora at fremja sparingar ella nýskipanir. Møguliga er tað tí tað merkir, at tað kemur at ganga út yvir onkran, og so kunnu atkvøður vera í váða. Men taka politisku myndugleikarnar ikki neyðugu avgerðirnar at reka samfelagið skilabetri, verða tað í síðsta enda kreditorarnir sum gera tað fyri okkum, júst sum í kreppuni fyrst í nítiárinum.

Politisku myndugleikarnir eiga at fremja nýskipanir, sum effektivisera almenna raksturin og minka um almennu rakstrarútreiðslurnar bæði í løtuni og frameftir. Fyri at fremja neyðugu nýskipanirnar og sparingarnar, er í nøkrum føri neyðugt at fremja íløgur, so sparingin letur seg gera. Til dømis íløgur í størri ellisheim. Hesar íløgur eiga at hava fremstu raðfesting.

Eisini eigur at vera hugt at inntøkunum. Til ber at økja um tilfeingisinntøkurnar frá fiskivinnuni og alivinnuni. Annað dømi er at økja partafelagsskattin, at áseta fastognarskatt og grøn avgjøld.

Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder