Vinna

Semja millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala  Arbeiðsgevarafelagið 

´.

2024-04-30 12:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag skrivaðu  seinnapartin undir semju um nýggjan sáttmála. 

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. apríl 2023. Partarnir handaðu krøv tann 6. september  2023. Síðani hava fleiri fundir verið, áðrenn stígur kom í samráðingarnar í februar 2024,  meðan Føroya Pedagogfelag fyrireikaði seg til aðalfund. 

Síðani nýggj nevnd og forkvinna, Sanna á Løgmansbø tóku við leiðsluni í Føroya Pedagogfelag  fyrrapartin í mars 2024, hava partarnir havt nakrar samráðingarfundir. 

Samráðingarnar bóru má mál í dag mánadagin 29. apríl 2024. 

Sáttmálaskeið og lønarhækkan: 

Semjan er fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2023 til 31. mars 2026. Lønarhækkanin samsvarar við  hækkanina, ið onnur feløg hava fingið: 

  • Tann 1. apríl 2023 hækkar lønin 3,8% 

Tann 1. januar 2024 verður galdandi lønartalva dagførd við lønarlyftinum til ávikavist  námsførðingar, atstøðingar og hjálparfólk. 

  • Tann 1. apríl 2024 hækkar lønin 4,2% 
  • Tann 1. apríl 2025 hækkar lønin 4,45%  

Partarnir eru samdir um dagføringar og tillagingar um m.a. 

Broyting í eftirlønini: 

- Eftirlønin til fastløntir námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum fer úr 12% upp í  13% tann 1. januar í 2025 

- Fastlønt hjálparfólk á landsins stovnum fara úr 12% upp í 13% í eftirløn tann 1. januar  2025. 

Broyting í skalagongdum: 

Broytingar eru avtalaðar í skalagongdini hjá ávikavist námsfrøðiligum ráðgevum og  hjálparfólkum við pedagogiskari ábyrgd, galdandi frá 1. juli 2024.  

Førleikaviðbøtur:  

Hjálparfólk fáa nýggja áseting um førleikaviðbót fyri serstakar førleikar í sáttmálan. 

Aðrar broytingar: 

Tillagingar eru gjørdar í ásetingum um m.a. starvsaldur, starvslýsingar, barnsferð v.m. 

Partarnir hava gjørt avtalu um í sáttmálaskeiðinum at gera ymiskt felagsarbeiðið m.a. at gera eina nýggja og meira einfalda lønartalvu.

Sí eisini hjáløgdu semju. 

Meira kunning finna til á heimasíðuni hjá ávikavist Fíggjarmálaráðnum www.fmr.fo og  Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum www.kaf.fo 

Fíggjarmálaráðið Kommunala Arbeiðagevarafelagið 

Ruth Vang, landsstýriskvinna Per Martin Gregersen, formaður í fíggjarmálum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder