Vinna

Samlaða sethúsaskuldin 13 mia. í februar 2024

Sethúsaskuldin til donsku realkreditfeløgini var 3,6 mia. kr. í februar 2024 og 9,4 mia. kr. til føroysku bankarnar.

2024-05-14 11:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Landsbankin skrivar:

Samlaða lántøkan hjá húsarhaldunum í donskum realkredittstovnum var 3,6 mia. kr. í februar 2024. Eftirspurningurin eftir fígging frá realkredittstovnunum er lækkað síðani juli 2022, tá ið rentan byrjaði at hækka, sí mynd 1.

Hetta kemur allarhelst av, at rentan á donskum realkredittlánum alt fyri eitt vaks nógv, tá ið fráboðanir komu frá miðbankum um komandi rentuhækkingar, meðan renturnar í føroysku bankunum einans eru øktar samsvarandi rentuhækkingunum hjá Nationalbankanum. Harafturat løgdu summi húsarhald realkredittlánið um, tá ið rentan hækkaði, tí tey vegna kursfall kundu skera ein part av skuldini burtur. 

Samstundis sum eftirspurningurin eftir donskum realkredittlánum fall, vaks eftirspurningurin eftir fígging av bústaði í føroysku bankunum. Útlán til húsarhald við tí endamáli at fíggja bústaðir, var 9,4 mia. kr. í februar 2024 hjá føroysku bankunum tilsamans.

Samlaða skuldin til sethús hjá føroyskum húsarhaldum var sostatt 13 mia. kr. í februar 2024.

Stóri útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum til húsarhald kemur sostatt ikki bert av øktari lántøku, men eisini tí húsarhald skifta frá donskum realkredittlánum til føroysk bústaðarlán. Í juni 2022, beint áðrenn eftirspurningurin eftir realkredittfígging byrjaði at lækka, var samlaða skuldin hjá húsarhaldunum til sethús 12 mia. kr. Tá var árligi útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovunum til føroysk húsarhald 15,6% mátað sum eitt 3 mánaðar leypandi miðaltal. Í februar 2024 var hann -8,8%. Um somu tíð var útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum til sethúsafígging til húsarhald 2,9% (í juni 2022), meðan hann var 9,7% í februar 2024.

Samlaði árligi vøksturin av útlánum til bústaðarfígging til føroysk húsarhald, var 3,6% frá donsku og føroysku peninga- og realkredittstovnunum í februar 2024.

Mynd 1

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder