Vinna

Samlaða nettoognin hjá húsarhaldum 5,6 ferðir tøku inntøkuna í 2022

 Samlaða ognin hjá føroysku húsarhaldum er mett til at vera 66,1 mia. kr. í 2022. Skuldin ermett til 13,4 mia. kr. og nettoognin hjá húsarhaldunum er tí 52,7 mia. kr. Hetta er 5,6 ferðir tøku inntøkuna hjá føroysku húskjunum.

2024-05-21 13:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Landsbankin:


Av fíggjarligum ognum áttu føroysk húskir fyri nærum 28,8 mia. kr. tilsamans í 2022. Nærum 12 mia. kr. stóðu sum innlán í føroysku bankunum og áleið 4,6 mia. kr. standa sum innlán ella á depotkonti í útlendskum fíggjarstovnum í 2022. Privata eftirlønaruppsparingin í føroyskum pensjónsfeløgum ella bankum, var í 2022 9,3 mia. kr. og harafturat áttu føroyingar privatar eftirlønaruppsparingar í donskum pensjónsfeløgum fyri 2,8 mia. kr. í 2022, tilsamans 12,1 mia. kr. í 2022.

Afturat fíggjarligu ognunum áttu føroyingar realar ognir, sum eru sethús, bilar og bátar, fyri eitt samlað virði á 37,3 mia. kr. í 2022. Nærum 35 mia. kr. var samlaða virðið á sethúsaognunum hjá føroyingum.

Føroysk húskir høvdu skuld fyri tilsamans 13,4 mia. kr. í 2022. Um 9,5 mia. kr. vóru lán í føroyskum peningastovnum, meðan skuldin var um 3,7 mia. kr. í donskum realkredittstovnum.

Verður samlaða skuldin trekt frá samlaðu ognini, áttu føroysk húskir í 2022 eina nettoogn á 52,7 mia. kr. Sæð í mun til tøku inntøkuna hjá føroysku húskjunum, var nettoognin góðar 5,6 ferðir so stór sum tøka inntøkan í 2022. Í 2021 var samlaða nettoognin 5,1 ferðir tøku inntøkuna.

Til samanbering var nettoognin hjá dønum í 2022 5,5 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum 6,9 ferðir tøku inntøkuna.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder