Vinna

Rúsevnini floyma inn í landið

.

2024-10-22 10:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Hans Pauli Henryson skrivar á Facebook:

Í síðstu viku sóðu vit í d&v at játtanin til TAKS í 2025 var skerd við 700tús kr.
Í gjárkvøldið var ein politistur í d&v og greiddi frá um vaksandi nøgdirnar av rúsevnum sum floyma inn í landið. Orð sum “explosivur vøkstur” vóru nýtt í sendingini.

Vit hoyra oftari og oftari í tíðindunum at bilførarar verða tiknir fyri at vera ávirkaðir av rúsevnum.

Í løgmansrøðuni í ár, verður nevnt at “Styrkt eftirlit við innflutningi av rúsdrekka” skal fremjast komandi árini.

Her tykist at leka ímillum teori og praksis,
Hvussu kan man skerja játtanina til eftirlit og samstundis styrkja eftirlitið.
Tað dýrabærasta vit eiga í landinum eru okkara børn og ungu, og tað eru tey sum eru mest útsett fyri blíva fangaði av rúsevnum. Tí eiga vit at gera alt, fyri at verja tey ímóti rúsevnum.

Hetta er sera álvarsligt og eg haldi tað er politiskt ábyrgdarloysi ikki at økja, heldur enn at skerja játtanina til styrkt innflutningseftirlit.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder