Vinna

Prísvøksturin er nú 1,7 prosent

.

Mynd: Hagstovan.

Mynd: Hagstovan.

2024-10-07 14:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hagstovan:

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri august í ár.

Prísvøksturin hevur verið støðugur seinasta árið, og nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt í meira enn trý ár. Vit skulu aftur til februar 2021 fyri at síggja ein lakari prísvøkstur.


Prísirnir á mati ávirka prísvøksturin mest

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Tað eru eisini prísirnir á mati, sum geva størst íkast til prísvøksturin. 

Prísirnir á 'klædnavørum og fótbúnaði' eru lækkaðir 3,5 prosent seinasta árið. Somuleiðis eru prísirnir á 'frítíð og mentan' lækkaðir seinasta árið. Prísurin á 'húsbúnaði og húshaldsútgerð' stendur í stað.

Brúkaraprístalið skift á 12 høvuðsbólkar

aug 2023 – aug 2024


augustmunur

20232024vísital%





Brúkaraprístalið140,9143,32,41,7
01 Matur og drykkjuvørur157,9164,66,74,2
02 Rúsdrekka og tubbak159,3163,54,22,6
03 Klædnavørur og fótbúnaður107,8104,0-3,8-3,5
04 Býli148,9153,74,83,2
05 Húsbúnaður og húshaldsútgerð106,1106,0-0,1-0,1
06 Heilsa124,1127,33,22,6
07 Flutningur149,1152,23,12,1
08 Samskifti93,193,50,40,5
09 Frítíð og mentan124,4121,6-2,8-2,3
10 Útbúgving128,9129,50,60,5
11 Hotel og matveitarar169,7178,79,05,3
12 Ymiskar vørur og tænastur155,9156,81,00,6





Kelda:Hagstova Føroya

Matvørurnar dýrka framvegis

Matvøruprísirnir hækka framvegis. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í august 2024 samanborið við sama mánað árið fyri.


Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru matvørur, ið eru dýrari. Prísvøksturin á mati er 4,5 prosent. Tað er serliga prísurin á kjøti, sum er hækkaður — vøksturin er góð 11 prosent. Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest. Prísirnir á fiski eru somuleiðis hækkaðir. 

Prísvøksturin á øðrum matvørum sum mjólk, osti, egg, frukt og øðrum matvørum hevur verið støðugur og minni enn tvey prosent seinasta árið.  

Vísital og prísbroyting á mati og drykkjuvørum

aug 2023 – aug 2024


augustmunur

20232024vísital%





01 Matur og drykkjuvørur157,9164,66,74,2
01.1 Matur158,3165,57,24,5
01.1.1 breyð og kornvørur174,7178,43,72,1
01.1.2 kjøt160,2178,418,211,3
01.1.3 fiskur148,4156,48,05,4
01.1.4 mjólk, ostur og egg158,9160,71,81,1
01.1.5 oljur og fitievni218,0222,95,02,3
01.1.6 frukt136,9139,12,11,6
01.1.7 grønmeti154,4159,85,43,5
01.1.8 sukur, sjokoláta, góðgæti o.l.147,9156,28,35,6
01.1.9 aðrar matvørur135,2137,01,81,3
01.2 Drykkjuvørur154,3156,42,11,4
01.2.1 kaffi, te og kakao142,0135,8-6,2-4,4
01.2.2 sodavatn, saft og vatn157,2163,96,64,2





Kelda:Hagstova Føroya

Tað eru ikki allar mat- og drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Kaffi er bíligari nú enn í august í 2023. 

Býlistreiðslurnar hækka við minni ferð

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir góð trý  prosent frá august í 2023 til august í 2024. Hóast føroysku bankarnir hava lækkað útlánsrenturnar á sumri 2024, so hava húsarhaldini rindað meira til býli enn í august 2023. Rentuútreiðslurnar ávirka tó prístalið minni hesaferð enn til undanfarnu uppgerðirnar seinasta hálvaannað árið. Miðalprísurin á olju, ið fer til upphiting av býli, er lækkaður 7,5 prosent seinasta árið, og togar prísvøksturin niður. 


El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísirnir eru sostatt hægri í august í 2024, enn teir vóru sama mánað í fjør.

Vísital og prísbroyting fyri býli

aug 2023 – aug 2024



augustmunur

20232024vísital%





04 Býli148,9153,74,83,2
04.1 Húsaleiga337,5338,00,50,1
04.2 Sethús, rentuútreiðslur69,783,113,419,3
04.3 Viðlíkahald av bústaði156,6158,62,01,3
04.5 Ravmagn og hiti204,2198,5-5,8-2,8
04.5.1 ravmagn155,5159,54,02,6
04.5.3 brenniolja251,5232,8-18,8-7,5
04.5.5 fjarhiti143,9156,112,28,5






Miðalprísvøksturin fyri ES-lond er 2,4 prosent

Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,4 prosent. Prísvøksturin í Danmark í august var enn lakari  1,4 prosent. Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er 6,0 prosent. Í Svøríki er prísvøksturin 1,9 prosent og Noregi 2,6 prosent. Lægstur er prísvøksturin í Finnlandi, hann er 1,2 prosent.

Kelda: Hagstova FøroyaBrúkaraprístalið, august 2024prosentvøkstur í mun til sama mánað árið fyriFinnlandDanmarkFøroyarSvøríkiES-londNoregÍsland02468

Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder