Tíðindaskriv:
Nýtt frímerki frá Posta í dag, 23. oktober
Frelsunarherurin í Føroyum 100 ár
Í dag, 23. oktober eru 100 ár liðin, síðan Frelsunarherurin í Føroyum varð settur á stovn. Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum tann 23. oktobur 1924. Nú 100 ár seinni ljómar enn teirra songur og horntónleikur. Hetta verður hátíðarhildið við eini frímerkjaútgávu.
Edward Fuglø hevur sniðgivið frímerkið. Um íblásturin sigur hann, at tey flestu kenna "sjónliga" partin í almenna rúminum hjá Frelsunarherinum, m.a. skrúðgonguna á ólavsøku, og tað at tey hjálpa teimum, sum ongin annar vil kennast við. Tí situr ein heimleysur einsamallur mitt á arkinum umfevndur av Frelsunarherinum á báðum síðum. Teppið um herðarnar á tí heimleysa hevur litin á flagginum hjá Frelsunarherinum.
Í sambandi við føðingardagin hevur Frelsunarherurin tiltak á Reinsarínum í Havn í dag. Tiltakið byrjar kl. 13 og verður høvi at keypa nýggja frímerki har. Kl. 15 verður tónleikur og røða.
Umframt frímerkjaútgávuna í dag, vóru tvær nýggjar frímerkjaútgávur í síðstu viku.
HAFNIA 24
Í ár eru 400 ár liðin síðan, at Christian 4. kongur innførdi skipaðan postflutning í danska ríkinum – og harvið legði grundarsteinin til danska postverkið. Tað hátíðarhalda vit við eini HAFNIA útgávu – tað er hóast alt, eisini ein partur av søguni hjá Posta. Sniðgivið og myndrist hevur viðurkendi norsk-svenski listamaðurin, Martin Mörck.
Í sambandi við 400-ára hátíðarhaldið var stóar frímerkjaframsýningin HAFNIA 24 í Keypmannahavn í vikuskiftinum, har Posta hevði ein av sølubásunum. Framsýningin eydnaðist framúr væl og nógv fólk vitjaði básin hjá Posta.
Julius í Likkudali
Jólafrímerkini mynda lívliga, klossuta og herliga jólamannin Julius í Likkudali, sum flestu børn kenna m.a. frá barnasendingum í sjónvarpinum og sjónleiki. Tá ið stóra jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað, er tað Julius, sum kemur við brandbilinum og verður lyftur heilt upp til stjørnuna ovast á trænum. At børnini kenna jólamannin er eyðsæð, tá hann kemur við brandbilinum, og øll glað og spent rópa “Hey Julius”.
Eitt hefti við seks sjálvklistrandi frímerkjum fæst eisini. Allan Davidsen hevur sniðgivið frímerkini.
Keyp frímerkini á stamps.fo ella á posthúsum kring landið.
Á heimasíðu okkara www.stamps.fo ber eisini til at lesa áhugaverdu greinarnar um føroysk frímerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald