Vinna

Nýggj frágreiðing við tilmælum til at betra um sálarligu heilsuna millum ung

Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin í dag, 10. oktober, gevur Heilsustýrið nýggja frágreiðing út um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungdómi. Frágreiðingin leggur fram úrslit um viðurskifti, ið hava ávirkan á sálarligu heilsuna hjá ungum og inniheldur nøkur tilmæli til at betra um sálarligu heilsuna millum føroysk ung.

2024-10-10 11:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



Í farnu viku almannakunngjørdi Heilsustýrið nýggj úrslit úr fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023, ið m.a. vístu, at viðvíkjandi strongd sæst eitt týðiligt samband millum aldur og strongdarstig. Tey ungu í aldursbólkinum 18-24 ár, og serliga kvinnurnar, liggja væl oman fyri restina av føroyingum.
Úrslitini samsvarandi kanningini frá 2019 vístu eisini, at tað serliga vóru ung, sum í størstan mun kendu seg strongd, tung í huga, ólukkulig og kendu einsemi samanborið við eldru aldursbólkarnar. Við kvantitativu úrslitunum var tørvur á at fáa betri innlit í, hvørji viðurskifti ávirka sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum. Tí varð ein kvalitativ kanning gjørd við samrøðubólkum við 28 ung millum 18 og 34 ár, sum tók støði í sjónarmiðunum hjá føroyskum ungdómi. Úrslitini frá hesi kanning eru tøk í eini frágreiðing hjá Heilsustýrinum her.
Ov nógvir valmøguleikar, høgar væntanir og avmarkingar í einum lítlum samfelag
Í kvalitativu kanningini vístu seg trý høvuðsevni, ið vóru knýtt at sjónarmiðunum hjá ungum um, hvørji viðurskifti ávirka sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum. Høvuðsevnini vóru: ov nógvir valmøguleikar, høgar væntanir og avmarkingar í einum lítlum samfelag.
Í øllum samrøðum við tey ungu varð greitt, at tey uppliva ómetaliga nógvar valmøguleikar. Hóast tey ungu virðismeta valmøguleikarnar, hava teir eina neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna hjá teimum, tí teir skapa eitt trýst, ið er bæði knýtt at mongdini av valmøguleikum, at velja rætt og velja rætt røttu løtuna. Trýstið skapar eina kenslu av at skula skunda sær gjøgnum lívið, og at neyðugt er at taka stórar og rættar avgerðir beinanvegin. Vandi er fyri at velja skeivt og sostatt miseydnast, tá tú tekur eina avgerð.
Tætt knýtt at mongu valmøguleikunum eru høgar væntanir, ið er næsta høvuðsevni, ið ávirkar sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungdómi. Væntanirnar eru ofta høgar og koma frá bæði samfelagnum, familjum, javnaldrum, sosialum miðlum og teimum ungu sjálvum og ofta frá fleiri samstundis. Væntanirnar kunnu ofta vera ógjørligar at liva upp til, og sosialir miðlar eru ein týðandi kelda til høgar væntanir – serliga millum ungu kvinnurnar í høvuðsstaðarøkinum og tey, sum eru lesandi uttanlands.
Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tað hevur nakrar avmarkingar við sær, ið ávirkar tey ungu, sum búgva í útjaðaranum av landinum, og er hetta triðja høvuðsevni í frágreiðinini. Tey ungu uppliva, at teirra útbúgvingarval er bundið at, um tey ætla at flyta heim aftur til heimstaðin eftir loknan lestur, tí starvsmøguleikarnir eru avmarkaðir í heimstaðnum. Skeiv avgerð um útbúgvingarval kann avmarka møguleikan fyri at flyta heim aftur til heimstaðin. Harumframt eru møguleikarnir fyri sosialum- og frítíðarvirksemi avmarkaðir í smærru økjunum kring landið. Vantandi frítíðarvirksemi í heimstaðnum, ið fevnir um annað enn tað vanliga sum t.d. fótbólt og samkomulív, er knýtt at einsemi. Tørvur er á fleiri møguleikum fyri at møta øðrum og vera partur av einum felagsskapi í smærru økjunum kring landið.
Fimm tilmæli til at betra um sálarligu heilsuna millum ung
Tey ungu fingu eisini møguleika fyri at geva sítt íkast til, hvat tey meta kann gerast fyri at betra um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum. Hetta førdi til nøkur tilmæli hjá luttakarunum, ið eru skipað í fimm høvuðsevni og sum kunnu vera týdningarmikil at hava við, tá miðvís átøk skulu setast í verk. Summi tilmæli eru knýtt at ymiskum bólkum, sum t.d. ungum í útjaðaranum av landinum, ungum við børnum og familju, ungum uttan børn og familju og at lestrarlívinum hjá ungum. Onnur tilmæli snúgva seg meira um yvirskipað tilmæli. Nøkur tilmæli venda sær til myndugleikar, kommunur, skipanir í Føroyum, og onnur venda sær til tey ungu sjálvi og foreldur. Sum heild verður mett, at øll kunnu gera okkurt fyri at betra um sálarligu heilsustøðuna millum føroysk ung. Tilmælini hjá teimum ungu eru skipað í fimm høvuðsevni við fleiri tilmælum undir hvørjum evni, ið eru at síggja í frágreiðingini. Høvuðstilmælini eru:
  1. Skapa fleiri møguleikar fyri sosialum virksemi í útjaðaranum
  2. Leggja minni dent á próvtøl í skúlaskipanini og samfelagnum sum heild
  3. Avmarka atgongdina til sosialar miðlar og skíggjar
  4. Gera tað liviligari fyri ung í Føroyum
  5. Skapa opinleika um sálarliga heilsu og skapa atgongd til hjálp

Heilsustýrið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder