2024-05-13 15:03

ST hevur nú brádliga skorið talið av deyðum í Gaza í eina helvt. Higartil hevur terrorfelagsskapurin Hamas verið sannleiksvitnið í heimsins miðlum - og hjá ST.
Israel er kollektivt útskammað, hóast tað er alvitan, at Hamas tilvitað og kyniskt hevur brúkt og framvegis brúkar sivil, børn, kvinnur og menn sum skjøldur í krígnum.
Fyri terrorfelagskapin Hamas hava sivil ongan týdning - uttan at brúka í teirra kynisku propaganda.
Í teirri løtu Hamas gevst er friður í Gaza, men við stuðli úr Iran, orkestrerað av russum og við stuðli frá milliónum í Vesturheiminum, við Gretu Thunberg typunum á odda, so gevst Hamas ikki.
Hóast tað øvugta verður pástaðið, so er undirtøkan millum palæstinensar, bæði á Vestara Áarbakka og Gaza minni nú enn nakrantíð.
Minni enn fjórði hvør palæstinensi í báðum økjunum stuðla nú Hamas, men tað hoyra vit heldur einki um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald