Havstovan: Á túrinum vóru fýra streymmátaraboyur tiknar upp – tvær í Bankarennuni og tvær norðanfyri. Norðanfyri var eisini ein lítil boya tikin upp. Hetta var ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), ið er eitt slag av ekkóloddi, ið stendur á botni og mátar uppeftir. Við hesum tóli ber til at rokna, á hvørjum dýpi markið millum heitan og kaldan sjógv er og hvussu tað broytist. Hetta verður eitt nú brúkt til at rokna, hvussu nógvur Atlantssjógvur fer inn í Norðurhøv.
Á túrinum sást eisini eitt áhugavert fyribrigdi á ekkóloddinum umborð. Tá streymmátararnir, sum liggja mitt í Bankarennuni, blivu tiknir upp, sást ein sonevnd intern alda á markinum millum djúpa yvirflotssjógvin og Atlantssjógvin í ovaru løgunum. Ein partur av hesi aldu er vístur á myndini niðanfyri.
Mynd. Partur av skíggjamynd frá ekkólodd-telduni tá streymmátararnir í Bankarennuni blivu tiknir upp. Ein sonevnd intern alda, sum tykist bróta, sæst á markinum millum Atlantssjógv og yvirflotssjógv. Atlantssjógvurin hevur nógv ekkó í sær, sum helst stavar frá djóraæti, meðan yvirflotssjógvurin er heilt reinur og sýnist svartur niðast á myndini. Tað reyða niðast er botnurin. Munurin í ekkó frá teimum báðum sløgunum av sjógvi ger, at aldan sæst á hesi myndini.
Streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Fyribils hydrografisk úrslit frá túrinum eru at síggja í túrfrágreiðingini her.
Karin Margretha H. Larsen ( [email protected])
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald