Vinna

NEVZA U19, kvinnur: Danmark vann 3-0 á Føroyum Ekstern Indbakke

.

2024-10-26 08:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Danmark vann 3-0 á Føroyum  

NEVZA U19, kvinnur:
Føroyar – Danmark 0-3 (14-25, 19-25, 18-25)


Eftir 3-0 tap fyri Danmark seinnapartin er greitt, at føroyska U19 kvinnulandsliðið leygardagin skal spæla fjórðingsfinalu ímóti nr. tvey í bólki A, sum eftir øllum at døma verður Ísland.
Spenningur var leingi í teimum báðum fyrstu settunum, áðrenn Danmark sleit seg leyst, og í triðja setti mundu Føroyar komið afturíaftur eftir vánaliga byrjan.

Føroyar vóru bara eitt stig aftanfyri í fyrsta setti við støðuna 10-11, men góða byrjanin fór fyri skeytið, tá ið Danmark vann fimm stig á rað og fór frá 14-12 upp á 19-12, áðrenn settið var tryggjað við 25-14.
Fyrstu løtuna í øðrum setti gekk sum eftir ánni hjá Føroyum, sum fóru framum 5-1. Danmark kendi seg kroyst at taka leikbrá, og tað broytti gongdina á dystinum, tí Danmark vann seks stig á rað og legði seg á odda 7-5. Føroyar fóru tó framumaftur 13-11, men eitt hál upp á átta stig í einum spilti aftur spælið fyri Føroyar, og Danmark legði seg á odda 22-15, áðrenn settið varð vunnið 25-19.
Í triðja setti sá svart út, tá Danmark fór framum 14-9, men brátt vóru Føroyar bara aftanfyri við einum, 13-14. Hetta helt tó ikki, og Danmark fór so líðandi frá aftur og vann 25-18.

Úrslitið merkir, at Føroyar leygardagin kl. 10 skulu spæla fjórðingsfinalu ímóti nr. tvey í bólki A, sum eftir øllum at døma verður Ísland, tó at hetta ikki er heilt greitt enn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder