Vinna

Myndir: Sea Spirit vitjar á Miðvági

Tíðliga í morgun kom ferðamannaskipið Sea Spirit á Miðvág

2024-05-28 07:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu dagarnar hevur ferðamannaskipið Sea Spirit verið í Føroyum. Fyrst á Funningsfirði leygardagin. Sunnudagin var vitjað í Havn og í gjár var Sea Spirit út fyri Hvalvík.

Sea Spirit er 91 metrar langt, og 16 metrar breitt. Umborð eru um 200 fólk harav er manningin 100 fólk.

Sea Spirit var tikin í sigling í 1991.

Tað er FMS ið umboðar skipið í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder