2024-09-07 17:10
Varðin Pelagic tekur ímóti makreli frá Trónda í Gøtu, og tá ið liðugt er at landa Trónda í Gøtu eigur Finnur Fríði landingartørn. Tróndur í Gøtu hevur 500 tons, og Finnur Fríði hevur 850 tons.
Fyrsta lastin av ensilagu er nú eisini avskipað frá Varðanum Pelagic. Hordafor VI fór av Tvøroyri seinnapartin.
Franski trolarin Otter Bank landar til Delta.
Farmaskipini Silver Bird og Silvar Star liggja eisini bæði á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald