Mentan

Myndir: 21.000 eplir verða sett niður á Giljanesi

Í góðveðrinum í dag møttust starvsfólk hjá Betri Banka við familju, at velta helst Føroya størstu flagveltu.

2026-05-18 22:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder


Talan er um eitt starvsfólkatiltakið ið byrjaði í 2022. Tá var velt í bóndabønum á Ryggi í Miðvági. Tá vóru sjey tunnur settar niður, og fingu tey fýra tons av eplum upp aftur.

Í 2023 blivu 12,5 tunnur settar niður á bønum á Giljanesi. Veltan var 3300 fermetrar til støddar. 12,5 tunnur svara til at 15.000 eplir vóru sett niður. Tá komu 10 tons av eplum upp aftur. 

Í 2024 var veltan uppaftur størri. 17 tunnur blivu settur niður á Giljanesi, sum svarar til meira enn 20.000 eplir. Støddin í veltuni var um 5000 fermetrar.

Í fjør vóru 17,5 tunnur settar niður, sum svarar til 21.000 eplir. Tá var velt í bønum omanfyri Fiskastykkið í Sandavági. Tá komu umleið 13 tons av eplum upp.

Í ár verður aftur velt á Giljanesi, og tá ið øll hava sett síni eplir niður, so eru 21.000 eplir sett niður. Tað svarar til 17,5 tunnur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder